Meira makrelur gýtur í føroyskum havøki

Meira makrelur gýtur í føroyskum havøki
Nógvur makrelur hevur gýtt í føroyskum sjógvi í ár. Nógv fleiri rognkorn eru í ár enn fyrr, upplýsir Havstovan
 
14.06.2016 - 16:17

Tað siga fyribils úrslit frá kanningunum hjá Magnusi Heinasyni í mai og juni. Hesar kanningar verða gjørdar triðja hvørt ár millum Biskayavíkina og norður til Føroya.

Tólv altjóða kanningarferðir verða gjørdar frá februar til juni. Magnus Heinason ger kanningar í norðasta parti av gýtingarøkinum hjá makreli.

Heildarmeting gerast í summar

Stóra broytingin í ár er, at so nógv rognkorn eru funnin so langt norðuri og so seint í gýtingartíðini. Sambært Havstovuni ber tó ikki til at siga enn, hvat hetta merkir fyri makrelstovnin.

Ein heildarmeting verður gjørd seinni í summar, tá úrslitini frá øllum skipunum, sum vóru við í kanningunum, eru uppgjørd.

Tíggju lond eru við í hesum kanningum, Føroyar, Ísland og átta ES-lond. Havstovan upplýsir, at nakrir av manningini á Magnusi Heinasyni royndu eftir makreli við tráðu, og var makrelur javnan at fáa á allari siglingarleiðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974