Seinnu hálvfinalurnar beinleiðis í Kringvarpinum

Seinnu hálvfinalurnar beinleiðis í Kringvarpinum
Seinnu hálvfinalurnar um Løgmanssteypið eru í kvøld. Kringvarpið stroymir og útvarpar báðar dystirnar beinleiðis
 
15.06.2016 - 11:49

Í kvøld eru seinnu hálvfinalurnar um Løgmanssteypið, og tú kanst fylgja beinleiðis við í Kringvarpinum.

KÍ - NSÍ klokkan 18:30

Dysturin verður at hoyra beinleiðis í útvarpinum.

Tað ber eisini til at stroyma beinleiðis sjónvarp. Dysturin sæst her: https://www.youtube.com/watch?v=FEB4-0dSFf4

Leivur Frederiksen sigur frá dystinum.

Víkingur - Skála klokkan 19:00

Dysturin verður at hoyra beinleiðis í útvarpinum.

Tað ber eisini til at stroyma beinleiðis sjónvarp. Dysturin sæst her: https://www.youtube.com/watch?v=_MZjGLAIjMQ

Niels Petersen sigur frá dystinum.

Tað líkist finalu millum KÍ og Víking

Tað sær gott út hjá KÍ og Víkingi undan dystinum í kvøld.

KÍ vann fyrru hálvfinaluna á heimavølli ímóti NSÍ 4-1, meðan Víkingur á útivølli vann 1-0 á Skála.

Víkingur hevur vunnið Løgmanssteypið fýra ár á rað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815