100 miðnámsskúlanæmingar fingið sálarhjálp

100 miðnámsskúlanæmingar fingið sálarhjálp
Stórt trýst, próvtøkuótti, trupulleikar uttanfyri skúlan og óttin at miseydnast eru millum orsakirnar, at umleið 100 miðnámsskúlanæmingar fáa hjálp frá sálarfrøðingum
15.06.2016 - 22:45

Skrivað hevur: Pætur Jákupsson

 

Hetta (seinasta) skúlaárið hava miðnámsskúlanæmingar kring landið, ið eru sálarliga illa fyri, fingið møguleika at fáa hjálp frá sálarfrøðingum. Sálarfrøðingurin Annika Davidsen hevur næmingar til samrøður, og vit práta við hana um álvarsligu støðuna.

 

100 næmingar innan eitt ár

Tað hevur verið frammi fyrr, at næmingar av mongum orsøkum eru undir stórum trýsti, tá teir ganga á miðnámi. Í ár hevur mann tikið stig til, at lestrarvegleiðarar kunnu bjóða teimum, ið eru sera illa fyri, hjálp frá sálarfrøðingi. 

 

- Tilboðið er kærkomið og neyðugt hjá fleiri næmingum. Bara hetta árið hava vit havt áleið 100 á vitjan.

 

Støðurnar hjá teimum vitjandi eru sera ymiskar.

- Summi hava avmarkaðar trupulleikar sum t.d. próvtøkuótta, og hava ikki tørv á nógvum samrøðum. So eru onnur við meira grundleggjandi trupulleikum, ið ofta koma heimanifrá. Millum annað keðiligt samband við foreldur, manglandi trivnaður ella kynsligur ágangur. Slíkir eru teir mest álvarsomu trupulleikarnir, og tær samrøður, ið skúlin bjóðar næmingum, røkka tá tíverri ikki nóg langt.

 

Vita ikki, hvussu støðan var fyrr

- Støðan í dag er av sonnum álvarsom. Um hon er broytt frá fyrr av til nú, kunnu vit ikki reiðiliga vita, tí vit hava ikki tøl, sum vísa, hvussu næmingar vóru fyri fyrr. 

Ungdómsárini hava nokk altíð verið trupul hjá teimum flestu vegna allar broytingar, ið hoyra teimum til.

 

- Tó bendir nógv á, at ungdómur í dag er verri fyri enn áður

- Summar teoriir vilja vera við, at ung í dag eru verri stødd enn eldri ættarlið hava verið. Teimum eru áløgd alsamt størri trýst av fleiri orsøkum. Frá tí at tey eru børn, hava tey fingið at vita, at tey mugu nema sær miðnámsútbúgving. Men tað eru nógv, ið høvdu havt tað betri aðrastaðni, verið tað seg á læruplássi, arbeiði ella onkrum heilt triðja. Harafturat er miðnámsprógv í sjálvum sær ikki nóg mikið í dag, tí tú mást eisini fáa eitt gott prógv. Fleiri útbúgvingar krevja sera høgar miðalkarakterir. 

 

- Um mann so eisini hevur trupulleikar heima, gerst byrðan ofta alt ov tung hjá næmingum at bera.

 

Sosialir miðlar eru stresselvandi

- Í dag er heldur ikki nóg mikið at brilliera í skúlanum, tí tú skalt eisini brilliera í lívinum. Nærmast øll hava profilar av sær sjálvum á alnótini, har tey mynda seg sjálv so “perfekt” sum gjørligt og samanbera seg við onnur.

 

- Aftrat tí er mann allatíðina ON; mann fylgir við á sosialu miðlunum, svarar boðum, sendir myndir og filmar o.s.fr. Tí eru tað nógv, sum sjáldan veruliga binda frið ella hvíla í sær sjálvum.

 

Ósjónligir faktorar 

- Hóast allir teir áðurnevndu faktorarnir ofta eru millum orsøkinar til sálarliga strongd, so hava næmingar øðrvísi frágreiðingar til sínar trupulleikar. 

 

- Næmingar lýsa ofta sínar trupulleikar sum svøvnloysi, tunglyndiseyðkenni ella manglandi trivnað. Trýstið úr skúlanum t.d. verður ofta ósjónligt, hóast vit merkja, at tað í stóran mun liggur aftan fyri teirra sálarligu strongd.

 

Mugu hava eina samfelagsætlan

- Kjakið um støðuna hjá ungdóminum er drúgt og torført, tí evnið er sera breitt. Vit mugu hava eina samfelagsætlan um, hvussu vit fyribyrgja, at fleiri enda í somu støðu, og ungdómsøki mugu uppraðfestast. Tey, sum ikki fáa hjálp í ungum árum, kunnu verða rakt seinni í lívinum. M.a. kundi mann greitt ungum frá um trýstið, ið bíðar teimum, áðrenn tey fara í miðnámsskúla. 

 

- Við upplýsing og heilsufremjandi átøkum kann mann røkka langt, uttan at tað kostar alla verðina.

 

Men stóra fleirtalið klárar seg væl 

- Hóast fleiri ung í dag hava tørv á “professionellum” samrøðum, so merkir tað ikki, at fleirtalið hevur tað ov ringt. Ung í dag eru virkin á nógvum økjum, megna nógv, og tey flestu klára seg væl ígjøgnum øll skúlaárini, hóast tey hava sera nógv um oyruni.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.