Landsrættardómur fallin í máli um hagapart

Landsrættardómur fallin í máli um hagapart
Vága floghavn spardi tríggjar milliónir krónur, tí Vinnumálaráðið royndi sakarmálið móti hagapartinum Ytra Suðurtriðingi í Sørvági, í Landsrættinum
 
16.06.2016 - 10:01

Dómur fall í Eystara landsrætti í morgun. Sambært honum eigur hagaparturin góðar 7,8 mió. kr. hjá Vinnumálaráðnum. Sakarmálið er um lendið, sum varð ognartikið í 2009, tá flogvøllurin varð longdur.

Í dómi tann 31. mars í 2014 segði Føroya rættur, at teir, sum eiga hagapartin, eiga at fáa 10,6 mió. kr. í endurgjaldi frá Vinnumálaráðnum

Kravið var 20,6 milliónir krónur. Endurgjaldið er fyri mist lendi og fyri grótið, sum varð tikið til at leingja flogvøllin.

SÍ EISINI Lendi til flogvøllin: Munurin er 20 mió. kr.

Hagaparturin fekk fult viðhald í Føroya rætti, góðar seks milliónir krónur, viðvíkjandi grótinum, sum varð tikið til flogvøllin. Men Landsrætturin sigur nú, at endurgjaldið fyri grótið er bara hálv triðja millión.

Metingarmenninir eru, síðani dómurin fall í Føroya rætti, komnir til, at talan var ikki um eina millión og 110.000 rúmmetrar av gróti, men 815.000 rúmmetrar. Lendið, har grótið varð tikið, fingu eigararnir aftur í betri standi enn tað var.

Hóast Vinnumálaráðið var mótpartur hjá hagapartinum í rættinum, skal P/f Vága Floghavn rinda hagapartinum endurgjaldið. Afturat endurgjaldinum fær hagaparturin rentu frá 24. mars í 2010, tá hann stevndi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974