Hallur Hansson í Superliguni

Hallur Hansson í Superliguni
Hallur Hansson hevur skift felag. Komandi kappingarár skal hann spæla í bestu donsku kappingini
 
17.06.2016 - 13:01

Føroyski landsliðsspælarin, Hallur Hansson, hevur í dag skift felag.

Horsens folkeblad veit at siga, at hann hevur skrivað sáttmála við AC Horsens. 

AC Horsens endaði á triðja plássi í donsku 1.division, og tað tryggjaði teimum uppflyting í Superliguna.

Hallur Hansson hevur annars síðan 2014 umboðað Vendsyssel, sum spælir í næstbestu donsku deildini.

Har spældi hann 44 dystir og skoraði fimm mál.

Sáttmálin millum Hallur Hansson og AC Horsens er galdandi í hálvt triðja ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533