Ísland sparkaði Ongland úr EM

bannari
Ísland sparkaði Ongland úr EM
Ísland hevur júst syrgt fyri mesta óvæntaða úrslitinum í EM-søguni. Ísland er í fjórðingsfinaluni. Ongland er útsligið
 
27.06.2016 - 21:55

Ísland, sum er minsta tjóðin, sum nakrantíð hevur luttikið í einum EM-endaspæli, hevur í kvøld syrgt fyri størsta úrslitinum í EM-søguni.

Ísland vann 2-1 á Onglandi, sum var stórfavorittur undan dystinum. Støðan í hálvleikinum var eisini 2-1 til Ísland.

Dysturin byrjaði væl fyri Ongland, tí tað vóru bara farnir fýra minuttir, tá Hannes Haldórsson gjørdi brotsspark móti Raheem Sterling.

SÍ EISINI Ups: Fagnaðu skeivum liði eftir søguligan sigur

Brotssparkið setti Wayne Rooney trygt í málið, og so var Ongland á odda 1-0, og tað líktist eina løtu, at favorittarnir fóru at vinna tryggan sigur.

Men tað gingu bara tveir minuttir, so svaraði Ísland aftur. Kári Árnason forlongdi eitt langt innkast, og síðani var Ragnar Sigurðsson klárur og skallaði bóltin í enska málið.

Tá átjan minuttir vóru farnir hendi tað næstan óveruliga. Eftir gott íslendskt uppspæl fekk Kolbeinn Sigþórsson bóltin við enska brotssteigarmarkið, hann smekkaði til, og enski málverjin, Joe Hart, kláraði ikki at bjarga.

Ísland gjørdi Ongland til eina smátjóð

Sum áskoðari væntaði ein, at Ongland fór at leggja stórt trýst á Ísland í seinna hálvleiki, men tað kom ongantíð. Íslendsku spælararnir stríddust væl, og tá teir høvdu bóltin spældu teir væl.

Um ein ikki visti tað, so hevði ein ikki hugsað um, at tað var ein hin minsta fótbóltstjóðin í Evropa, sum spældi ímóti einari av teimum allarstørstu.

Íslendsku spælararnir syrgdu fyri, at Ongland líktist einari smátjóð í altjóða fótbólti. Men nú ivast eingin í, hvat íslendska liðið megnar.

Ísland er í EM-fjórðingsfinaluni, og har skulu teir spæla ímóti vertstjóðini, Fraklandi. Dysturin verður í París sunnudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Sunnudag 12. juli
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
210824
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815