Ikki politiskt trýst

01.07.2016 - 12:29
InnlendisPolitikkur
Ikki politiskt trýst
Tað var ikki politiskt trýst, ið fekk landsstýriskvinnuna í innlendismálum at ganga ímóti fakliga tilmælinum í málinum um havnarútbyggingina

Landsstýriskvinnan í innlendismálum vísir aftur, at talan var um politiskt trýst, tá hon valdi at ganga ímóti fakliga tilmælinum og ístaðin gav grønt ljós til stóru havnaútbyggingingina í høvuðsstaðnum

Seinna frámælið hjá Býarskipanarnevndini var ikki so avgjørt sum tað fyrra, men tó framvegis eitt frámæli.

Ætlaða havnarútbyggingin í Havn er frægasta loysnin, tí har verður ein verandi havn útbygd í staðin fyri at byggja eina nýggja.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, lurtaði ikki eftir Býarskipanarnevndini hjá landinum, og gav Tórshavnar kommunu loyvi at broyta byggisamtyktina, so kommunan kann útbyggja havnina.

Tórshavnar kommuna ætlar at útbyggja eystara havnarøkið 124.000 fermetrar. Tilboðini upp á arbeiðini vórðu latin upp longu í mars.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444