- Kommunan tveitir hálva milliard á bláman

bannari
05.08.2016 - 15:46
InnlendisPolitikkur
- Kommunan tveitir hálva milliard á bláman
Marin Katrina Frýdal var einasti býráðslimurin, sum atkvøddi ímóti havnaútbyggingini. Hon harmast, nú uppskotið er samtykt
Mynd: Savnsmynd  

Skansabryggjan er ein stokkut loysn, sum er skundað ígjøgnum. Fyrireikandi kanningarnar eru ov grunnar, og avleiðingarnar í framtíðini verða stórar. Soleiðis ljóða atfinningarnar hjá Marin Katrinu Frýdal. 

Hon var einasti býráðslimurin, ið atkvøddi ímóti uppskotinum. Floksfelagarnir Jógvan Arge og Jákup Dam greiddu onga atkvøðu, meðan átta býráðslimir atkvøddu fyri. 

Marin Katrina Frýdal heldur, at kommunuvalið í heyst hevur fingið býráðslimirnar at skunda Skansabryggjuna ígjøgnum. 

Útbyggingin av Tórshavnar Havn kostar 465 milliónir. 300 milliónir skulu lænast og 165 skulu rindast umvegis íløgukarmin hjá Tórshavnar Havn næstu árini. J&K petersen átti lægsta tilboðið og skal standa fyri útbyggingini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776