Chris slapp eina seinastu ferð til París

Chris slapp eina seinastu ferð til París
Ungi maðurin úr New Zealandi, sum datt oman í Norðagøtu í summar, hevði ein dreym um at sleppa til París.
 
10.08.2016 - 10:01

31 ára gamli Chris Jacobsen, sum datt oman í fjøllunum omanfyri Norðagøtu tann 16. juli í ár, fekk eina seinastu ferð, áðrenn hann varð flogin heim til New Zealands.

Ungi New Zealendingurin hevði ein dreym um at sleppa til París, og ætlanin var eisini, at leiðin skuldi ganga til franska høvuðsstaðin, eftir at Chris hevði verið í Føroyum og vitja familjuna. 

Men Chris Jacobsen var áhalsin og datt oman í fjøllunum omanfyri Norðagøtu. Hann doyði av løstunum.

Bróður Chris Jacobsen, Tim, og kona hansara, Deva, komu til Føroya eftir líkinum, og tey gjørdu av at fara til Fraklands við honum á veg heimaftur til New Zealands.

 

Tað skrivar heimastíðan "Stuff".

 

- Tað, hann ynskti sær mest her í verðini  - næst eftir at vera saman við familjuni - var, at sleppa til Fraklands, sigur svigarinnan, Deva, við "Stuff".

- Ætlanin var, at hann skuldi arbeiða á einum skíð-staði í Fraklandi. Hann hevði lært seg franskt, og hann hevði vinir, sum bíðaðu honum har, sigur hon. 

 

So ístaðin fyri at flúgva heim til New Zealands við líkinum hjá Chris, valdu Tim og Deva at kremera líkið í Danmark og síðani fara til París við øskuni.

"Vit hildu, at hansara ferð var avbrotin í ótíð, og at hann skuldi sleppa til Fraklands. Vit vitjaðu bæði Eifil-tornið og Notre Dame", greiðir svigarinnan hjá Chris, Deva, frá.

Nakað av øskuni hjá Chris varð stroydd í eina stórá í París, og nakað har, hann skuldi havt verið saman við vinum sínum í Fraklandi.

 

"Vit vildu fullfuggja hesa ferðina, sum var so týdningarmikil fyri hann, tí nú sleppur hann ongantíð at vitja hesi støðini, sigur svigarinnan og leggur aftrat, at hann elskaði at klatra, sigla, svimja og vera úti í náttúruni.

Chris Jacobsen var ein ævintýrari og í fjøllunum í Norðagøtu er ein minningarpláta við orðunum: "Forever adventuring".

 

Chris Jacobsen verður jarðaður í Wanaka í New Zealandi leygardagin.

 

 

 

 

Privat mynd

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804