MÙ kært Fiskimálaráðið til umboðsmannin

MÙ kært Fiskimálaráðið til umboðsmannin
Meginfelag útróðrarmanna sigur, at Fiskimálaráðið virðir ikki tíðarfreistir, upplýsingarskyldu og partshoyring
Absalon í Buð er formaður í Meginfelagnum
 
11.08.2016 - 08:27

Fiskimálaráðið setur til viks grundleggjandi fyrisitingarrætt.

Tað sigur Meginfelag útróðrarmanna í kæru til Løgtingsins umboðsmann.

Fiskimálaráðið er kært fyri ikki at virða tíðarfreistir, upplýsingarskyldu og partshoyring. 

Meginfelagið kærir fyri nakrar limir í felagnum.

Grein 17

Stríðið er um grein 17 í lógini um vinnuligan fiskiskap. Talan er um tulking. Lógargreinin nevnir bara kvotur. Men hon kann brúkast um fiskidagar, sigur Meginfelagið. 

Meginfelagið vil hava, at útróðrarbátar sleppa fram at fiski, sum eingin hevur fingið fiskidagar til at fiska, ella er tøkur, tí fiskiloyvi eru latin innaftur. Lógin loyvir tí, sigur MÚ. 

Gamaní nevnir grein 17 kvotur, ikki fiskidagar, men orðið varð av gáloysni ikki broytt, tá lógin um vinnuligan fiskiskap kom í 1996, siga útróðrarmenn.

Umfatar ikki fiskidagar

Fiskimálaráðið sigur, at grein 17 umfatar ikki fiskidagar, men part av heildarkvotu, sum antin ikki er latin sum eginkvota, ella er latin Fiskimálaráðnum aftur. 

Løgtingsins umboðsmaður hevur biðið Fiskimálaráðið um eina frágreiðing um, hvussu ráðið hevur viðgjørt málið, og biðið er eisini um øll skjøl í málinum. 

Fiskimálaráðið hevði freist til 19.august, men hevur fingið longt hana til 16.september .

Útróðrarmenn hvassorðaðir

Meginfelag útróðrarmanna er hvassorðað í kæruni.

Felagið sigur millum annað, at Fiskimálaráðið hevur ongar veruligar grundgevingar og ongar tilvísingar til fakliga, løgfrøðiliga viðgerð. 

Avgerðin hjá Fiskimálaráðnum byggir á ávísa ógrundaða fatan hjá einum tilvildarligum fólki í Fiskimálaráðnum, sigur Meginfelagið í kæruni til Løgtingsins umboðsmann. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. desember
Morgunlestur týsdagur 23.desember 2025
201876
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Mánadag 22. desember
Morgunlestur mánadagur 22.desember 2025
201806
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807