Ósemja um fiskidagarnar

Ósemja um fiskidagarnar
Stór ósemja er millum samgonguna og andstøðuna um, hvussu nógvir fiskidagarnir skulu verða komandi ár
 
13.08.2016 - 10:27

Útlit eru til, at orðaskiftið í Løgtinginum í komandi viku verður hart, tá fiskidagarnir fyri komandi fiskiár skulu samtykkjast.

Vinnunevndin lat í gjárskvøldið tinginum sítt álit um fiskidagarnar, og stór ósemja er millum samgonguna og andstøðuna um, hvussu nógvir fiskidagar skulu verða.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum hevur skotið upp, at fiskidagarnir skula skerjast við 30 prosentum - harav 15 prosent verða lutað útaftur til skip, sum hava brúkt sínar dagar.

Samgonguumboðini í Vinnunevndini - tað er Ingolf Olsen og Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi og Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum - taka undir við hesum við nøkrum smávegis tillagingum.

Fólkaflokksumboðini í Vinnunevndini, Jørgen Niclasen og Jákup Mikkelsen, liggja langt frá hesum sjónarmiðinum. Fólkaflokkurin heldur ikki, at nøkur grund er til at skerja fiskidagatalið og mælir til sama dagatal sum í ár.

Bjørn Kalsø úr Sambandsflokkinum og Kári Højgaard úr Nýggja Sjalvstýri liggja ímillum hesi bæði sjónarmiðini. 

Teir leggja fram eitt broytingaruppskot um, at fiskidagarnir skula skerjast við 5 prosentum. 

Onnur viðgerð av fiskidøgunum verður mánadagin.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655