Fundast um Hoyvíkssáttmálan seinnapartin

Fundast um Hoyvíkssáttmálan seinnapartin
Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum fer seinnapartin at umrøða Hoyvíkssáttmálan við sín íslendska starvsfelaga
 
21.08.2016 - 12:20

Seinnapartin fer Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum, at umrøða Hoyvíkssáttmálan við íslendska uttanríkisráðharran, Lilju Alfreðsdóttir, sum kemur til Føroya í dag.

Fleiri hava funnist at Hoyvíkssáttmálanum, tí fríhandilsavtalan sigst gagna íslendingum betur enn føroyingum.

Løgmansskrivstovan setti sær í fjør fyri at eftirmeta Hoyvíkssáttmálan, sum hevur verið í gildi í 10 ár.

Og nú er ætlanin at seta hann úr gildi aftur. Tað sæst í løglistanum, sum Uttanríkis- og vinnumálaráðið legði fram á ólavsøku.

Lógarbroytingin hevur tó ongan týdning fyri sáttmálaviðurskiftini millum Føroyar og Ísland og tær altjóða rættarligu bindingar, sum er galdandi millum londini sambært Hoyvíkssáttmálanum.

Grønlendingar eisini við

Umframt hoyvíkssáttmálan fara føroyski og íslendski uttanríkisráðharrarnir at viðgera eitt nú lodnumálið og útflutningin av apoteksvørum til Íslands, eins og onnur uttanríkispolitisk mál.

Grønlendski uttanríkisráðharrin, Vittus Qujaukitsoq, er longu komin til Føroya og hevur havt fund við Poul Michelsen um samstarv landanna millum á uttanríkispolitiska økinum.

Allir tríggir uttanríkisráðharrarnir koma saman seinni í dag at umrøða samstarvið og handilsviðurskiftini millum tey trý útnorðurlondini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025