- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heidi vegleiðir: Soleiðis fært tú íblástur
Ymiskir mátar mann arbeiðir uppá
Tað er sjálvandi ikki bara 'ein' máti at skriva uppá, og so slett ikki 'ein' máti at finna uppá, hvat tú skal skriva um. Hvør tann einasti rithøvundur hevur ein ávísan máta at gerast inspireraður uppá. Eg havi sjálv fleiri mátar, t.d.
1. Eg finni mær eitt gott stað (Sum oftast undir dýnuni, ella bara onkrastaðni har matur er, tí mær dámar væl luktin av mati)
2. Eg eti sjokulátu/ella smarties, tí tað dámar mær væl.
3. Eg hugsi, ella hugsi eg slett ikki. Tað er ymiskt.
4. Síðani skrivi eg setningar/stikkorð/tekningar/okkurt niður, og tað er komið fyri, at eg havi skrivað á meg sjálva, tí eg einki pappír finni beinanveg.
Ella
1. Eg siti og rokni í skúlanum.
2. Og tá kann mann keða seg = Hugflogið fer til arbeiðis.
3. Síðani koma hugskotini so hvørt.
4. Eg skrivi setningar/stikkorð/tekningar/okkurt, niður. (Men royn heldur og fylg við í tímanum)
Ella okkurt heilt annað
Tað týdningarmiklasta er, at tú skrivar niður tað, tú kemur í tankar um.
Hvat er mín máti?
Tað er sum sagt ikki bert ein máti at gerast inspirerað uppá. Og trúgv mær, tað nyttar altso ikki at googla "How to get inspired". Av tí sama er tað eiheldur nøkur reiðilig vegleiðing til, hvat tú kanst gera. Eitt er, at tú roynir teg fram og heldur teg til teir mátarnar, ið rigga best fyri teg. Summi siga, at tað er gott at ganga túr, og onnur siga, at tað er gott at sita inni í tínum yndis staði og lesa eina góða bók. Tað er bara tú, sum tekur avgerðina.
Ernest Hemmingway, bókin hjá honum, The sun also rises, var inspirerað av einum túri í Spania. Fólkini í søguni eru verulig fólk, hann møtti. Støðini eru frá har, hann hevur verið.
Suzanne Collins, The Hunger Games, fekk sítt hugskot, tá hon lá og hugdi sjónvarp eitt kvøldi og sá kríggj á eini kanal, og á eini aðrari sá hon nøkur ung fólk kappast um okkurt. Hon var troytt og sá ikki væl, og tí sá hon fyri sær, at tey ungu fólkini vóru í kríggi. Hiðani kom søgan hjá Katniss.
Hvat geri eg so, tá eg eri inspirerað?
SKRIVAR. Nei tvætl, tú roynir í hvussu er at skriva tað niður, ið tú kanst skriva. Tað er ógvuliga týdingarmikið at fáa tíni hugskot niður so skjótt, sum tú kanst. Eg havi eina app, ið kallast "medium" á mínari telefon, og har inniá havi eg fleiri setningar, hugskot o.a. til nýggjar stuttsøgur, yrkingar ella okkurt heilt annað. Eg havi eisini altíð eina notatbók í mínum bili ella í mínari skúlatasku. Ikki tað, mítt roknihefti er eisini fult av setningum og stikkorðum.
Í stuttum, so er tað bert tú, ið følir tín máta at gerast inspirerað uppá, tí tað er hóast alt tín tankagongd, ið avgerð, hvat tú skrivar um. Einasta, ið mann SKAL gera, er at skriva alt niður, tú kemur í tankar um.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |