Óvissa um bankabygningin

Óvissa um bankabygningin
Eingin, hvørki í Føroyum ella Danmark, vil í løtuni siga nakað um bankabygningin í Húsagøtu, sum løgreglan skuldi leiga
 
31.08.2016 - 08:58

Danska fíggjarnevndin hevur fund í morgin. Men einki mál um keyp í Føroyum er á dagsskránni. Tíðliga í august frættist annars, at nú bleiv bygningskeypið hjá danska statinum í Húsagøtu í Havn endiliga avgreitt 1. september.

Fíggjarnevndin hjá Fólkatinginum, sum skal góðkenna keypið, hevur fund í morgin, tann 1. september. Men bygningurin, sum BankNordik átti í Húsagøtu, er ikki á skránni fyri fundin.

Og heldur ikki fyri næsta fund hjá nevndini, sum verður 8. september. Bygningsstyrelsen í Danmark ætlar at bygningin í Húsagøtu og síðani leiga hann til politistøð.

SÍ EISINI Ikki fingið pengar til keypið

Tórshavnar kommuna keypti bygningin frá BankNordik hálvan mai 2013 fyri 40 milliónir krónur. BankNordik fekk sínar pengar í januar í ár.

Sambært treytaðu keypsavtaluni millum Bygningsstyrelsen og Tórshavnar kommunu, sum er undirskrivað í Keypmannahavn tann 8. januar í ár, skuldi Bygningsstyrelsen taka við bygninginum 1. februar í ár, ella tann fyrsta í mánaðinum eftir, at danska fíggjarnevndin hevur góðkent keypið.

Eingin, hvørki í Føroyum ella í Danmark, vil siga nakað ítøkiligt um keypið. Men sambært heimasíðuni hjá Fólkatinginum hevur fíggjarnevndin einki skjal fingið um keypið, hóast tað skuldi koma í apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329