Arbeiða víðari við orkuloysn

Arbeiða víðari við orkuloysn
Fíggjarnevndin fer aftur í næstu viku at viðgera uppskotið frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um at játta góðar 13 mió. kr. til jarðhita til Glasir
 
01.09.2016 - 13:50

Fíggjarnevndin hevur fund týsdagin. Síðani málið varð lagt fyri tingið, hava Fjarhitafelagið og Umhvørvisstovan verið rúkandi ósamd, um nýggi bygningurin í Marknagili í Havn skal hitast við fjarhita ella jarðhita.

Eisini hevur spurnartekin verið sett við, um uppskotið hjá Rigmor Dam hevur meiriluta í tinginum, tí Heðin Mortensen, samgongutingmaður og borgarstjóri í Havn, hevur sagt, at hann fær illa tikið undir við jarðhitaloysnini.

Jarðhitaloysnin gongur ímóti orkupolitisku heildarætlanini við fjarhita, sum Tórshavnar kommunu hevur samtykt og arbeiðir eftir, heldur Heðin Mortensen.

SÍ EISINI Eina viku at finna orkuloysn

Fyrr í vikuni hevði Rigmor Dam, landsstýriskvinna, fund við Fjarhitafelagið og Umhvørvisstovuna um málið, og hon hevur nú givið teimum eina viku at finna eina orkuloysn.

Fíggjarnevndin hevði fund um uppskotið í síðstu viku, og tá høvdu fleiri fingið fundarboð at siga sína hugsan. Nevndin hevur síðani bíðað eftir royndini hjá landsstýriskvinnuni at finna eina loysn.

Nú er fundur ásettur at verða fyrrapartin týsdagin. Tá hevur fíggjarnevndin millum annað boðsent Kappingareftirlitinum á fund um málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334