Býráðslimir skelkaðir av prísinum

05.09.2016 - 18:15
Innlendis›Politikkur
Býráðslimir skelkaðir av prísinum
Býráðslimir í Tórshavnar kommunu eru skelkaðir av, at kommunan hevur keypt eitt borð fyri 356.250 krónur til móttøkuhúsið
Soleiðis sær borðið út, sum Tórshavnar kommuna hevur keypt til Móttøkuhúsið
Mynd: Heini Gaard  

Tað er keðiligt, óneyðugt og tað líkist ongum.

Hesi eru aftursvarini frá býráðslimunum í Tórshavnar kommunu, nú tað er komið fram, at Tórshavnar kommuna hevur keypt eitt fundarborð fyri 356.250 krónur.

Útvarpið hevur roynt at fingið fatur á øllum 13 býráðslimum. Tað eydnaðist at fáa fatur á allar býráðslimir uttan Heðin Mortensen, borgarstjóra.

Býráðslimirnir, bæði í samgongu og andstøðu, eru samdir um, at borðið, sum er keypt fyri 356.250 krónur til Móttøkuhúsið í Tróndargøtu, er alt ov dýrt.

Hoyr, hvat býráðslimirnir siga við útvarpið.

Rættleiðing: Kringvarpið hevur sæð fakturan. Prísurin er 356.250 krónur, og ikki 365.250, sum skrivað varð.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435