Bíða enn eftir svari

Bíða enn eftir svari
Tórshavnar kommuna noyðist at bíða í minsta lagi ein mánað afturat eftir at fáa at vita, nær danski staturin keypir bankabygningin í Húsagøtu í Havn
Danska fíggjarnevndin hevur framvegis ikki viðgjørt keypið. Nú hevur kommunan fingið at vita, at málið kemur á dagsskránna hjá nevndini tann 6. oktober
 
06.09.2016 - 17:51

Danska fíggjarnevndin hevur framvegis ikki viðgjørt keypið. Nú hevur kommunan fingið at vita, at málið kemur á dagsskránna hjá nevndini tann 6. oktober.

Tíðliga í august frættist annars, at nú bleiv bygningskeypið hjá danska statinum í Húsagøtu endaliga avgreitt 1. september. 

Bygningsstyrelsen í Danmark ætlar at keypa bygningin í Húsagøtu og síðani leiga hann út til politistøð.

SÍ EISINI Bygningurin verður seldur sum ætlað

Tórshavnar kommuna keypti bygningin frá BankNordik hálvan mai 2013 fyri 40 milliónir krónur. BankNordik fekk sínar pengar í januar í ár.

Tann 8. januar í ár, skuldi Bygningsstyrelsen taka við bygninginum tann 1. februar í ár, ella tann fyrsta í mánaðinum eftir, at danska fíggjarnevndin hevur góðkent keypið. 

Tað stendur í treytaðu keypsavtaluni millum Bygningsstyrelsen og Tórshavnar kommunu, sum er undirskrivað í Keypmannahavn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391