Skipanin við fiskidøgum í søguna

Skipanin við fiskidøgum í søguna
Stendur tað til nevndina, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur sett at gera eina nýskipanarætlan, so fer skipanin við fiskidøgum í søguna
 
18.09.2016 - 09:55

Fiskidagaskipanin hevur síðstu 20 árini verið brúkt til at stýra fiskiskapinum eftir botnfiski undir Føroyum, og einaferð varð hon skird at vera heimsins besta skipan.

Men meirilutin í nýskipanarnevndini hjá Fiskimálaráðnum metir ikki, at fiskidagaskipanin, saman við øðrum átøkum og reguleringum, hevur megnað at tryggja góða stovnsrøkt og stuðla uppundir lívfrøðiliga burðardyggan fiskiskap.

Kvotuskipan setast í verk heldur

Meirilutin í nýskipanarnevndini metir eisini, at fiskidagaskipanin er ov stirvin til at birta undir tillagingar og effektiviseringa í flotanum og harvið ein búskaparliga burðardyggan fiskiskap. 

Meirilutin í nýskipanarnevndin mælir tí til at skifta fiskidagaskipanina út við eina kvotuskipan.

Nevndin ásannar, at ein vansi við eini kvotuskipan kann vera, at fiskur verður blakaður út, ella verður landaður undir følskum heiti fyri at halda eina ásetta kvotu. Vandi fyri, at bert tann veiða, sum gevur besta avreiðingarprísin, verður tikin til lands, ásannar nýskipanarnevndin. 

Øll veiða førast til lands

Kortini metir meirilutin, at hetta eru vansar, sum til ber at basa við ásetingum av ymsum slag. Eitt nú við at áseta, at øll veiða skal førast til lands. 

Líka síðani fiskidagaskipanin kom í gildi hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hvørt ár á ólavsøku borið eitt lógaruppskot um ásetingar av fiskidøgum í Løgtingið, sum síðani hevur ásett fiskidagarnar fyri komandi fiskiár.

Tað skal eisini broytast, heldur meirilutin í nýskipanarnevndini. Í staðin skal landsstýrismaðurin einsamællur fáa lógarheimild til at áseta eina hámarksveiðu í fiskiskapinum eftir botnfiski í føroyskum sjógvi.

Óvist hvør umboðar meirilutan

Hámarksveiðan skal tó ásetast innan fyri karmarnar og treytirnar í eini umsitingarætlan, sum er kjølfest politiskt.

Nýskipanarnevndin hevur fingið sum politiskan setning at arbeiða eftir, at alt fiskiríkidømið skal seljast um uppboðssølu. Søgulig rættindi skulu ikki longur vera galdandi.

Í hoyringsskrivinum, sum er sent undan fundum í næstu viku, verður einki sagt um, hvussu stórur meirilutin í nýskipanarnevndini er, ella hvør umboðar meirilutan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. mai
Morgunlestur leygardagur 31.mai 2025
192277
Leygardag 31. mai
Upp á tá - 300525
192624
Fríggjadag 30. mai
Vikuskiftið 30. mei 2025
192617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. mai
Veðrið
192615
Hósdag 29. mai
Andakt við Pól Johannesen
192558
Hósdag 29. mai
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
192552
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491