- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minnist tú gomlu teknifilmsrøðirnar?
Røddin hevur savnað nakrar av teimum gomlu teknifilmsrøðunum, ið serliga vórðu vístar á sjónvarpsrásini Cartoon Network.
Dexters Laboratorium
Øll minnast teknifilmsrøðina um gløgga Dexter, sum ger alt fyri at halda systur síni “Dee-Dee” vekk frá sínum loyniliga laboratoriumi.
Frygtløs den frygtsomme hund
Lítli ljósareyði hundurin, sum í ironi verður kallaður “Frygtløs”, mátti standa sínar royndir móti skrímslum, ólukkum, náttúruvanlukkum og øðrum, ið hundurin óttaðist.
Johnny Bravo
Damurevurin Johnny Bravo, ið ger alt fyri at fáa fatur á damum, hevur ongantíð eydnuna við sær, tí hann endar altíð við at verða avvístur.
Ko og Kylling
Kúgvin Ko og stóribeiggi hennara, Kylling. Foreldur teirra eru menniskju, og hyggjarin slapp bara at síggja beinini á teimum. Ævintýraferðirnar hjá Ko og Kylling vóru altíð stuttligar og óvæntaðar.
Ed, Edd og Eddy
Teir tríggir Ed, Edd og Eddy vóru nakrir sera stuttligir serlingar, ið funnu uppá ymsar løgnar hættir at lumpa hini børnini í grannalagnum til tess at fáa pengar til halt-kjaft bomm.
Naboernes børn
Fimm djørv børn við hvør sínum eginleikum, ið hava gjørt ein loyniligan klubb við einum serligum endamáli: At fría øll børn undan foreldranna harðræði!
Powerpuff Pigerne
Blomst, Bobbel og Bellis, sum professarin Utonium skapti, stríðast ímóti øllum kriminalitetinum, ið bandittar so sum Mojo Jojo framdu.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |