Mál um aliloyvi viðgerast av nýggjum

Mál um aliloyvi viðgerast av nýggjum
Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal viðgera flyting og víðkan av aliøkjum hjá Bakkafrosti í Árnafirði og Sundalagnum av nýggjum
Vinnukærunevndin hevur staðfest niðurstøðuna frá juni í ár at heimsenda avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni um at flyta aliøkini hjá Bakkafrosti á Árnafirði (myndin) og at víðka aliøkið í Sundalagnum
 
03.10.2016 - 08:23

Vinnukærunevndin hevur staðfest niðurstøðuna frá juni í ár at heimsenda avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni um at flyta aliøkini hjá Bakkafrosti á Árnafirði og at víðka aliøkið í Sundalagnum.

Tað merkir, at Heilsufrøðiliga Starvstovan skal viðgera málið av nýggjum. Poul Eiden Müller, hummarafiskimaður, kærdi avgerðina hjá Starvsstovuni at loyva Bakkafrosti at flyta aliøkið longri út á fjørðin.

Tað varð gjørt tí Starvsstovan hevði bara tikið atlit at alivirkseminum og ikki hummaraveiðuni í síni viðgerð. Somuleiðis kærdi Hummaraveiðufelagið avgerðina hjá Starvstovuni um at loyva Bakkafrosti at víðka aliøkið í Sundalagnum.

SÍ EISINI Vilja hava mál viðgjørt av nýggjum

Í juni avgjørdi Vinnukærunevndin at heimsenda avgerðinar hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni, tí hon grundgav ikki nóg væl í síni niðurstøðu, og tí hon ikki hevði tikið atlit at hummaraveiðini í síni viðgerð.

Bakkafrost kravdi, at málið varð tikið til viðgerðar av nýggjum, tí Bakkafrost var als ikki hoyrt í viðgerðini hjá Vinnukærunevndini. Tað játtaði Vinnukærunevndin fyri beint áðrenn ólavsøku.

Men nú hevur Vinnukærunevndin staðfest sína niðurstøðu frá juni, og avgerðin hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni er heimsend.

SÍ EISINI Staðseting viðgerast av nýggjum

Tað merkir, at skal málið viðgerast av nýggjum. Hoyringarsvarið frá Bakkafrosti hevur sostatt ikki broytt niðurstøðuna hjá Vinnukærunevndini.

Orsøkina til tað, sigur Vinnukærunevndin vera, at niðurstøðan bygdi á sjálva viðgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni og ikki viðurskiftini hjá Bakkafrosti.

Avgerðin hjá Vinnukærunevndini merkir, at Heilsufrøðiligu Starvsstovan noyðist enduskoða sínar mannagongdir, tí Starvsstovan hevur gjørt nógvar líknandi niðurstøður, segði Bárður enni við útvarpið 30. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. januar
EM-tíðindi 26. januar 2026
203227
Mánadag 26. januar
Mánadagur morgunlestur 26.januar 2026
203179
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Sunnudag 25. januar
Ættirnar syngja og suða
203190
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138