Fiskimannafelagið orðað uppskot til nýggja skipan

Fiskimannafelagið orðað uppskot til nýggja skipan
Ein nevnd skal velja út millum best skikkaðu umsóknirnar, og einki serstakt gjald skal vera fyri sjálvt fiskiloyvið, heldur Fiskimannafelagið
Útlutingin skal fara fram umvegis eina almenna tilfeingisbúð, og treytir skulu setast til hvørt einstakt loyvi, sum verður tíðaravmarkað. Fiskimannafelagið hevur sítt egna uppskot til nýggja fiskivinnuskipan
 
11.10.2016 - 09:10

Útlutingin skal fara fram umvegis eina almenna tilfeingisbúð, og treytir skulu setast til hvørt einstakt loyvi, sum verður tíðaravmarkað. Fiskimannafelagið hevur sítt egna uppskot til nýggja fiskivinnuskipan.

Fiskiloyvi skulu latast fyri eitt hóskandi tíðarskeið, kanska 12 ár, so umstøðurnar at virka vera tryggar, tá tað snýr seg um fígging og at leggja veiðu, framleiðslu, sølu og marknaðarføring til rættis, heldur fiskimannafelagið.

Tilfeingisskatturin skal vera flatur

Fiskiloyvi skulu bara latast feløgum, har allir eigararnir eru heimahoyrandi í Føroyum, heldur Fiskimannafelagið. Fyri at fiskiloyvini ikki skulu savnast á ov fáum hondum, skal eingin einstakur persónur ella einstakt felag hava brúksrætt til meira enn ein ávísan prosentpart.

Ein tilfeingisskattur verður afturat partafelagsskattinum, ið skal tryggja øllum føroyingum ein part av fólksins ogn, vil Fiskimannafelagið. Tilfeingisskatturin skal roknast av úrslitinum hjá hvørjum einstøkum skipi sær.

Fiskimannafelagið vil, at tilfeingisskatturin verður flatur. Sama skattastig skal vera fyri allar skipabólkar. Eisini heldur meirilutin í Fiskimannafelagnum, at fiskidagaskipanin ikki skal takast av.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. juni
Ester Skála
192892
Fríggjadag 6. juni
Morgunlestur fríggjadagur 6.juni 2025
192652
Hósdag 5. juni
Morgunlestur hósdagur 5.juni 2025
192651
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. juni
Fótbóltur: Georgia - Føroyar
192885
Mikudag 4. juni
KAKUMiKS (5:7) - teknmálstulkað
192833
Mikudag 4. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192827
Týsdag 3. juni
Veðrið
192798