Virða ikki hoyringsrættin

11.10.2016 - 11:22
InnlendisTøkni
Virða ikki hoyringsrættin
Røkt, ið vil sleppa at selja fólki streym, fær onga grundgeving frá landsstýrinum fyri, hví felagið ikki skal hoyrast í máli um at gagnnýta vatnorku

Landsstýrið virðir ikki hoyringsrættin hjá Røkt í málinum um loyvi at gagnnýta vatnorkuna í áum og vøtnum. Tað sigur stjórin í Røkt, sum enn ikki hevur fingið málið um vatnloyvini til hoyringar, hóast SEV longu hevur latið sítt hoyringssvar

- Í februar 2014 fingu vit skrivliga at vita frá landsstýrinum, at vit eru hoyringspartur í málinum. Nú fáa vit ikki so frægt sum eina grundgeving fyri, hví vit ikki skulu hoyrast, sigur Jóhan í Niðristovu, stjóri í Røkt.

- Vit viðgera framvegis hoyringsrættin hjá Røkt, men felagið fær eitt svar og eina grundgeving. Og málið um vatnloyvini verður ikki avgreitt áðrenn, lovar Petur Joensen, ráðgevi í orkumálum í Heilsu- og innlendismálum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)
208727
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611