- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skjótt sleppur tú til Danmarkar fyri 649 krónur
Á tíðindafundi í dag kunngjørdu umboð fyri SAS, at skjótt verður flogið ímillum Keypmannahavn og Vágar.
Ein av orsøkunum til hetta er, at føroyingar nú í størri mun enn áður ynskja at ferðast, tað sigur Micheal Hansen, sølustjóri fyri SAS.
Prísurin liggur á 649 við skattum og avgjøldum, tó sigur Micheal Hansen, at um ferðafólkatalið verður høgt, koma prísirnir kanska at lækka.
Ætlanin er at flúgva eina ferð um dagin. Byrjað verður í mars 2017. Flogførini, ið SAS fer at brúka til hesar túrarnar, eru Airbus A319 og Airbus A320, ið hava 141 og 168 setur.
Soleiðis verður ferðaæltanin:
Mánadag-Hósdag: 10:15 úr Keypmannahavn og 12:10 úr Vágum
Fríggjadag: 09:35 úr Keypmannahavn og 11:30 úr Vágum
Leygardag: 16:45 úr Keypmannahavn og 18:40 úr Vágum
Sunnudag: 09:15 úr Keypmannahavn og 11:10 úr Vágum
Kelda: Check-In.dk
Kelda: in.fo
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |