Víkingur er føroyameistari

Víkingur er føroyameistari
Við einum 3 -1 sigri móti AB tryggjaði Víkingur sær FM
 
22.10.2016 - 16:21

Leingi var stórur spenningur um, hvør fór at strúka avstað við føroyameistaraheitinum í bestu deildini hjá monnum.

Meðan støðan millum AB og Víking á Argjum var 1-2, var støðan 1-3 millum ÍF og KÍ í Fuglafirði.

Sostatt kundi AB við bara einum máli gjørt, at tað var KÍ, sum bleiv føroyameistari.

Hóast AB á pappírinum einki hevði at spæla fyri, góvu argjamenn Víkingi skarpan gang. 

AB fekk tvey mál kolldømd í fyrra hálvleiki, og var fleiri ferðir nær við.

Tá avtornaði var tað kortini Víkingur, ið tryggjaði sær meistaraheitið.

11 minuttir vóru eftir av dystinum, tá Andreas Lava Olsen skoraði fyri Víking og sløkti FM vónina hjá KÍ.

Hetta er fyrstu ferð at Víkingur vinnur FM.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815