- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðandi: Fólk kendu seg ótrygg
24.10.2016 - 15:14
Innlendis›Samfelag
Ferðandi: Fólk kendu seg ótrygg
Fólk vóru ótrygg umborð á Jósupi, ið sigldi til Nólsoyar við ov nógvum ferðafólki fríggjadagin. Bjargingarútgerð var til øll, sigur Strandferðslan
Jósup hevði ov nógv ferðafólk við úr Havn til Nólsoyar fríggjadagin. Og ferðafólkini kendu seg ikki trygg, sigur Nikolaj Falck, ið var umborð á Jósup.
Bjargingarútgerð bara var til 70 fólk verður sagt í innslagnum, men tað er beinleiðis skeivt sigur Strandferðslan.
- Útgerð er til øll og meira afturat, sigur Jóan Petur Abrahamsen, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV