Útiseti? Soleiðis kanst tú fylgja valinum

bannari
Útiseti? Soleiðis kanst tú fylgja valinum
Ert tú uttanlands og hevur tú áhuga fyri kommunuvalinum 2016, so kanst tú fylgja kommunuvalinum í fleiri miðlapallum hjá Kringvarpinum
Í løtuni gera vit klárt til at geva tær tað nýggjasta um kommunuvalið í útvarpinum, og tað gera vit eisini til seint í kvøld - geva tær tað nýggjasta á miðlapallunum hjá Kringvarpinum
Mynd: kvf.fo  
 
08.11.2016 - 12:00

Býrt tú uttanlands, ella ert tú staddur uttanlands, so er tað eingin forðing fyri, at tú kanst fylgja við kommunuvalinum í Kringvarpinum gjøgnum allan dagin.

Vanliga hava vit ikki rættindi at senda beinleiðis sendingar til føroyingar uttanlands á heimasíðuni kvf.fo, men tað hava vit í dag, og tað fært tú ágóðan av.

Tú kanst fylgja við kommunuvalinum 2016 gjøgnum allan dagin á slóðunum her Útvarpið beinleiðis og her Sjónvarpið beinleiðis.

Vit halda á til liðugt er

Talgildu miðlarnir hjá okkum dekka valið gjøgnum allan dagin, og vit gevast ikki fyrr enn øll úrslitini í teimum 29 kommununum eru klár seint í kvøld.

Útvarpið byrjaði valdekkningin tíðliga í morgun, og okkara starvsfólk geva tær tað nýggjasta úr øllum krókum í landinum í sendingum og tíðindasendingum.

Sjónvarpið byrjar at senda klokkan 19 í kvøld. Vit hava fólk í øllum landinum og senda beinleiðis úr øllum teimum størru oyggjunum til liðugt er í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928