- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forsetavalið: Hvat siga tey ungu um tað?
Hillary ella Trump? Tað eru nú bert fáir tímar, til úrslitið úr Amerika verður kunngjørt. Summi vilja vera við, at antin verður tað eitt borgarkríggj, ella verður triðja heimskríggj. Magnus Høgenni og Bóas Sore Marjunarson hava tosað við Røddina um, hvør man fara at vinna, og júst hví teir halda tað.
Magnus Høgenni, 19 ár
- Eg vænti, at Hillary fer at vinna. Tað verður tó ikki tí, at hon bjóðar tí bestu ætlanina fyri USA, ella at hon er tann best dámdi kandidaturin, heldur stikk mótsett. Hon fer at vinna út frá tí, at hon er tann einasta, tú kanst velja ístaðin fyri Trump, sum faktiskt eisini hevur ein møguleika at vinna. Eg vænti ikki, at fleiri republikanarar sum Colin Powell (fyrrverandi uttanríkismálaráðharri hjá Bush) og George H.W. Bush viðmæla hana, tí teir eru samdir við henni. Amerikanska fólkið hevur rætt og slætt tveir møguleikar: Meira av tí sama, ella heimsins endi. Tað er orsøkin hví, at Hillary fer at vinna, eftir mínari meining
Bóas Sore Marjunarson, 17 ár
- Ja, nú er torført hjá mær, sum føroyingur, at siga, hvat best dámda forsetavalevnið er í USA, men frá einum ideologiskum sjónarhorni vóni eg persónliga, at tað er Hillary, sum fer avstað við forsetasessinum. Mann kann siga, at líkamikið hvør vinnur valið, endar tað við einum skoti í fótin - høgra ella vinstra. Tó meti eg Hillary vera frægari valevnið, hetta vegna hennara 'grøna politikk' har Trumpurin beinleiðis er ein 'global warming' avnoktari. Hetta meti eg vera týdningarmikið, tí USA er eitt stórveldi, og menningin av grønari orku í heiminum er sterkt tengd av at hava USA sum fyrimynd.
Um eg skal koma við einari empiriskari viðmerking til, hvør veruliga fer at vinna, so má eg tíverri siga, at út frá tí eg havi sæð, so hellur úrslitið eitt sindur til Dunnald. Hetta sigi eg út frá øllum 'veljara-kannings' livestreamunum á Facebook, tey eru tó ikki so eftirfarandi. Orsøkina til hetta meti eg vera, at FBI aftur byrjaði at kanna teir 'væl umtóktu' teldupostarnar hjá Hillary.
- Men hvør veit? Kanska frú Clinton hevur eitt 'Trump-card' í ermuni, sum lovar henni sessin.
Tað verður ikki fyrr enn í nátt, klokkan umleið 05.00 føroyska tíð, at tað verður kunngjørt, hvør nýggi forseti verður settur í USA. Hvør heldur tú vinnur?
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |