Steinbjørn slapp ikki í samgongu

Steinbjørn slapp ikki í samgongu
Nýtt Sjálvstýri og Javnaðarflokkurin hava skipað samgongu í Klaksvík, Tjóðveldi slapp ikki upp í part.
 
09.11.2016 - 22:54

Tjóðveldi slapp ikki við í býráðssamgonguna í Klaksvík.

Nýtt Sjálvstýri og Javnaðarflokkurin hava seks av teimum 11 býráðslimunum í Klaksvík og fara at skipa samgongu.

Nýtt Sjálvstýri, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava annars verið í samgongu seinastu fýra árini.

Tað ber helst við sær, at Jógvan Skorheim verður bæði borgarstjóri og løgtingsmaður. Tað var Tjóðveldi í Klaksvík, sum sýtti honum at røkja báðar sessirnar samstundis.

Tjóðveldi misti tveir býráðssessir á kommunuvalinum í gjár, úr trimum niður í ein.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442