Eisini galdandi í Føroyum

Eisini galdandi í Føroyum
Føroyar og Grønland eru nú eisini við í ískoytinum til Barnarættindasáttmálan hjá ST um barnasølu, barnaskøkjulevnað og barnapornografi
Føroyar er nú eisini við í ískoytinum til Barnarættindasáttmálan hjá ST um barnasølu, barnaskøkjulevnað og barnapornografi
 
22.11.2016 - 07:57

Londini komu við tann 10. oktober, tá danski uttanríkisráðharrin, Kristian Jensen, strikaði fyrivarnið, sum Danmark tók viðvíkjandi Føroyum og Grønlandi í 2003, tá Danmark góðkendi ískoytið.  

Løgtingið hevur samtykt, at ískoytið, sum skal verja børn móti at verða seld, móti skøkjulevnaði og porno, skal vera galdandi í Føroyum.

Í einari hoyring hjá ST-nevndini um barnarættindi í 2011 varð átalað, at Føroyar ikki høvdu tikið undir við hesum sáttmálaískoytinum.  

Kom í gildi her í 1993

Sáttmálaískoytið áleggur londunum, sum eru við, at verja børn verða seld til millum annað skøkjulevnað og porno og at hjálpa børnum, sum hava verið fyri slíkum ágangi.
 
Sjálvur Barnarættindasáttmálin hjá ST kom í gildi í Føroyum í 1993. Síðani eru komin tvey sjálvboðin ískoyti til sáttmálan.

Annað er um rættindi hjá børnum í vápnaðum stríði. Tað kom í gildi í Føroyum í 2004. Hitt, sum er um handil, skøkjulevnað og porno, kom í gildi 10. oktober í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
205464
Mikudag 11. mars
Morgunlestur mikudagur 11.mars 2026
205069
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313