Tulkingar elva til seinkingar

Tulkingar elva til seinkingar
Ymiskar tulkingar í landsstýrinum gera, at samkynd bíða framvegis eftir loyvinum at kunna verða gift í Føroyum
Samkynd bíða framvegis eftir loyvinum at kunna verða gift í Føroyum. Ymiskar tulkingar í landsstýrinum liggja í buktini
 
22.11.2016 - 12:26

Skjótt eru sjey mánaðir síðani, at Løgtingið samtykti, at hjúnabandslógin skuldi broytast 1. desember í ár. Men so verður ikki.

Broytingarnar eru ikki lýstar enn. Ein orðing í einari lógargrein skal broytast fyrst. Og semja er ikki í Føroyum um, hvør eigur broytingina, føroyingar ella danir. 

Lógarbroytingin ikki virkin enn

Ivin um grein 14, annað stykki, í hjúnabandslógini liggur framvegis í buktini. Hjúnabandslógin, sum Løgtingið síðst í apríl samtykti at broyta til frama fyri samkynd, er tí ikki farin at virka enn.

Nú hevur Løgmansskrivstovan spurt Forsætismálaráðið, um tey hava somu tulking sum Løgmansskivstovan. Hon er, at málsøkið er føroyskt og broytingin skal tí gerast við løgtingslóg.

Grein 14, annað stykki, í hjúnabandslógini sigur, at prestur í fólkakirkjuni kann signa borgaraliga gift.

SÍ EISINI Ósamd um lógarbroyting

Hetta eigur ikki at vera galdandi fyri samkynd, sum eru borgaraliga gift, ætlar Løgtingið.

Almanna- og innanríkismálaráðið í Danmark sigur, at tá hetta er avgreitt í Føroyum - tí fólkakirkjan er yvirtikin - verður fyriskipanin um hinar broytingarnar í hjúnabandslógini sett í gildi, soleiðis sum Løgtingið samtykti, og broytingarnar fara at virka. 

Men sambært frásøgn frá fundi 2.september í føroyska Heilsu- og innlendismálaráðnum um broytingarnar í hjúnabandslógini er ikki semja í landsstýrinum um júst hasa broytingina, um føroyingar eiga hana ella danir.

Sent til ummælis í øðrum ráði

Danir og Løgmansskrivstovan siga, at málsøkið er yvirtikið. Mentamálaráðið sigur, at grein 14, annað stykki, í hjúnabandslógini er danskt málsøki, tí hjúnabandslógin er donsk. 

Løgmansskrivstovan spurdi síðst í oktober Forsætismálaráðið, hvat tey har halda, um føroyingar eiga broytingina ella danir.

Forsætismálaráðið hevur sent málið til ummælis í Almanna- og innanríkismálaráðnum og í Kirkjumálaráðnum.

SÍ EISINI Hjúnabandslógin til hoyringar í Føroyum

Broytingarnar í hjúnabandslógini koma ikki í gildi, fyrr enn grein 14, annað stykki, er broytt, so samkynd, sum eru borgaraliga gift, ikki kunnu biðja prest signa seg.

Grein 14, annað stykki, í hjúnabandslógini sigur, at "Ægtefæller kan få et ægteskab, som er indgået ved borgerlig vielse, kirkeligt velsignet af en præst i folkekirken."

Løgmansskrivstovan spyr Forsætismálaráðið, um tað er samt við Almanna- og innanríkismálaráðið, ið sigur, at tá Føroyar yvirtóku fólkakirkjuna í 2007, yvirtóku Føroyar lóggevandi og útinnandi valdið viðvíkjandi grein 14, øðrum stykki, í hjúnabandslógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502