Grindadrápið styggir ikki ferðafólk

Grindadrápið styggir ikki ferðafólk
Eftir eitt lakt ár í ár, er líkt til, at talið á ferðamannaskipum á Havnini næsta ár verður tað næstahægsta nakrantíð
52 altjóða ferðamannaskip hava boðað frá, at tey koma á Havnina næsta ár. Í ár vitjaðu 39 ferðamannaskip á Havnini
 
22.11.2016 - 14:14

52 altjóða ferðamannaskip hava boðað frá, at tey koma á Havnina næsta ár, sigur Anfinn Hjelm, fíggjarleiðari hjá Tórshavnar havn. Tað eru 13 færri enn metárið í 2015, tá sólarmyrkingin setti sín serliga dám á talið.

Í ár hava bara 39 skip verið á Havnini. Fleiri skip góvu avboð, tá nýggja grindalógin kom í gildi. Hon kravdi at øll, eisini ferðafólk, skuldu boða frá grind.

Boða ferðafólkini ikki frá grind, er bótin 25.000 krónur. Fráboðanarskyldan fall ferðaskrivstovum fyri bróstið og fleiri valdu at avlýsa ferðirnar til Føroya.

- Tann gongdin er nú farin at venda, sigur Anfinn Hjelm, ið fegnast um framgongdina. Hann vísir kortini á, at summar ferðaskrivstovur enn nokta at koma til Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207