Skotar áhugaðir í føroyaflúgving

23.11.2016 - 12:21
InnlendisVinna
Skotar áhugaðir í føroyaflúgving
Vinnumálaráðið hevur nú ikki færri enn tvær umsóknir liggjandi um at sleppa at flúgva til Føroya, men ikki alt árið

Onnur er frá SAS. Hin er frá skotska felagnum Loganair, sum ætlar at flúgva millum Aberdeen og Vágar, men bara um summarið.

Hóast SAS hevur selt ferðaseðlar til Føroya og úr Føroyum nú í ein góðan mánað, hevur skandinaiska flogfelagið ikki enn fingið loyvi at flúgva á Føroyaleiðini.

Danski flutningsmálaráðharrin fekk umsóknina eftir at fólk frá SAS høvdu verið í Føroyum og boðað frá, at SAS byrjaði at flúgva millum Keypmannahavn og Føroyar tann 26.mars næsta ár.

Umsóknin er send Vinnumálaráðnum í Føroyum til ummælis. Vinnumálaráðið hevur ikki svarað enn.

Hoyr samrøðuna við Poul Michelsen, landsstýrismann í vinnumálum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252