Fáa nú egið veteranfelag

Fáa nú egið veteranfelag
Eitt felag fyri krígsveteranar skal nú setast á stovn í Føroyum. Umboð úr Danmark hava í vikuni verið á fundum við føroyskar myndugleikar
John Fornagarð (á myndini) og aðrir føroyingar, ið hava verið í hertænastu úti í heimi, fáa í februar egið felag fyri krígsveteranar
Mynd: Skíggjamynd úr dokumentarinum, »Føroyingur í kríggi« (2010)  
 
25.11.2016 - 16:47

Dimmalætting skrivar, at felagið fyri føroyskar krígsveteranar skal stovnast í februar, og at stigið er tikið, so tilboð frá donsku Veteranmiðstøðini betri røkka veteranum og familjum teirra her í Føroyum.

- Vit fimtan, sum møttu á fundi, gjørdu av at hava stovnandi fundin í februar, sigur Ottar í Funningsstovu, sum er fyrrverandi ST-hermaður í Bosnia við Dimmalætting.

Í vikuni hava fleiri umboð fyri donsku Veteranmiðstøðina verið í Føroyum á fundi við myndugleikar, politikarar og krígsveteranar.

Danskir myndugleikar hava ásannað, at fleiri veteranar eru í Føroyum, sum hava gjørt tænastu fyri danska herin, og at hesir eru ein útsettur bólkur, sum hava tørv á tilboðum, sum kunnu hjálpa teimum at fáa sivilan gerandisdag aftur eftir lokna tænastu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207