SEV er minni grønt í ár

SEV er minni grønt í ár
Góða summarið í ár gongur út yvir grøna profilin hjá orkufelagnum SEV.
 
26.11.2016 - 10:01

Í fjør vakti tað ans, at ikki minni enn 60 prosent av allari orkuframleiðsluni hjá SEV kom frá grønum orkukeldum - tað eru frá vatni og vindi.

Men í ár hava motorarnir koyrt munandi meira enn í fjør. Á eykaaðalfundinum hjá SEV í gjár varð upplýst, at grøna orkan í ár neyvan verður meira enn 51 ella 52 prosent av samlaðu framleiðsluni. 

Av tí at føroyska samfelagið í síni heild brúkar meira streym, so hevði SEV rokna við at brúka okkurt um 3000 tons meira av tungolju í ár, sammett við í fjør. Men heldur ikki tær framskrivingar vísa seg at halda. Sambært nýggjast framrokningunum skulu 1500 tons leggjast omaná afturat. Tí roknar SEV við at brenna 31.500 tons av tungolju í ár.

Í fjør brendi SEV 25.700 tons av tungolju. 

Sambært framrokningunum roknar SEV við at brenna smá 33.000 tons av tungolju næsta ár. Orsøkin til vøksturin er, sambært SEV, at el-framleiðslan væntandi veksur 2,4 prosent.

SEV valdi longu í januar í ár at prístryggja oljuna. Tí kostar oljan SEV 48 milliónir krónur. Tað eru 30 milliónir minni enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV