Kunnu fiska meira sild

Kunnu fiska meira sild
Nótaskip og ídnaðarskip kunnu nú fiska 1.800 tons av norðhavssild aftrat. Kvotan verður býtt millum skipabólkarnar eftir vanliga leistinum
Nóta- og ídnaðarskip kunnu nú fiska meira norðhavssild. Landsstýrismaðurin hevur broytt skipanina í fiskiskapinum eftir norðhavssild
 
30.11.2016 - 09:21

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur gjørt av at broyta skipanina í fiskiskapinum eftir norðhavssild.

Tað er gjørt, so at nótaskip og ídnaðarskip nú kunnu fiska av kvotunum, ið upprunaliga vórðu settar av til hjáveiðu í øðrum fiskiskapi og til vísindaligar rannsóknir.  

SÍ EISINI Stovnurin næstan óbroyttur

Í sildakunngerðini eru 2.000 tons sett av til hjáveiðu í millum annað makrelveiðu. Higartil eru bara fiskað góð 500 tons av kvotuni.

Útlit eru ikki til, at hon verður fiskað, sigur Fiskimálaráðið. Tey 500 tonsini, ið eru sett av til vísindaligar kanningar, verða heldur ikki brúkt í ár.

Býtt eftir vanligum leisti

Sildakunngerðin sigur, at eru líkindi fyri, at kvotur ikki verða fiskaðar, kann landsstýrismaðurin loyva nótaskipum og ídnaðarskipum at fiska av kvotunum.

Broytingin ber í sær, at nótaskip og ídnaðarskip kunnu fiska 1.800 tons av norðhavssild afturat. Kvotan verður býtt millum skipabólkarnar eftir vanliga leistinum.

Tey, ið ætla at fiska av hesum kvotum, skulu søkja Vørn, - Fiskiveiðieftirlitið - um fiskiloyvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666