Kæra elvir til lógarbroyting

Kæra elvir til lógarbroyting
Kæran hjá einari einkju, sum ikki vildi góðtaka eina avgerð um pensjónina hjá manninum, endar nú við einari lógarbroyting
Ein kæra til Løgtingsins umboðsmann endar nú við einari lógarbroyting. Løgtingið er biðið um at broyta lógina um ALS
 
01.12.2016 - 07:49

Ein kæra til Løgtingsins umboðsmann endar nú við einari lógarbroyting. Løgtingið er biðið um at broyta lógina um ALS.

Tað skal gerast, so bara egnar tænastumannapensjónir og aðrar slíkar eftirlønir verða drignar frá í arbeiðsloysisstuðlinum.

SÍ EISINI Eftirlønin skal ikki mótroknast

Ein einkja vildi ikki góðtaka, at pensjónin hjá manninum, sum hon fekk, tí maðurin var deyður, varð drigin frá pengunum, sum hon fekk frá ALS.

Hon kærdi fyrst til ALS, men tað nyttaði einki. Tá Kærunevndin hjá ALS staðfesti avgerðina hjá ALS, vendi kvinnan sær til Løgtingsins umboðsmann. Har fekk hon viðhald. 

Løgtingsins umboðsmaður bað landsstýrið gera lógina greiðari, so eingin ivi er um, at bara egnar tænastumannapensjónir verða drignar frá í arbeiðsloysisstuðlinum.

Biðið Løgtingið broyta lógina

Pensjónirnar hjá deyðum hjúnafelaga eiga ikki at ávirka arbeiðsloysisstuðulin hjá fólki, tí so er endamálið við pensjónunum skeiklað. 

Nú hevur Samferðslumálaráðið biðið Løgtingið broyta lógina, so eingin ivi er um, at bara egnar tænastumannpensjónir og aðrar líknandi eftirlønir verða drignar frá í arbeiðsloysisstuðlinum.

ALS hevur havt lógarbroytingina til hoyringar, men hevði ongar viðmerkingar um hana. Uppskotið hevur fyrstu viðgerð í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 10 mannafør
209038