Grótið fer inn á Sund

Grótið fer inn á Sund
Tórshavnar býráð hevur samtykt at keypa grót úr Eysturoyartunlinum til at víðka havnarlagið á Sundi
Grót úr Eysturoyartunlinum skal brúkast til at víðka havnarlagið á Sundi, samtykti býráðið í Havn mikukvøldið
 
01.12.2016 - 17:07

Tað varð einmælt samtykt mikukvøldið. Grótið skal leggjast eystan fyri verandi bryggju á Sundi, so tað verður eitt ídnaðarøki upp á 50.000 fermetrar. 

Loyvi er fingið frá Friðingarnevndini og Umhvørvisstovuni til útfyllingina, sigur býráðið. Møguleikin at brúka grótið til Eystaru bryggju, sum skal útbyggjast, var eisini uppi og vendi. 

Byggisamtyktin broytast

Men tað varð hildið at vera ov torført, bæði at koyra grótið ella at sigla grótið av Hvítanesi til Havnar.

Neyðugt verður tó at broyta byggisamtyktina fyri Sund, tí kommunan eigur ikki alt lendið, sum skal brúkast til útbygginga. 

Teir eystastu 150 metrarnir eigur Sundshagi uttari partur. Kostnaðarmetingin fyri arbeiðið, uttan leiðingar, instalatiónir og asfaltering, er 13,5 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044