Yvirtaka helst næmingaheim

Yvirtaka helst næmingaheim
Líkt er til, at Bústaðir fara at yvirtaka tvey næmingaheim í Havn, hevur Mentamálaráðið upplýst fyri Fíggjarnevndini
Arbeitt verður við ætlan um, at Bústaðir skulu yvirtaka Næmingaheimið undir Fjalli og Næmingaheimið í Berjabrekku, bæði tvey í Havn
 
02.12.2016 - 16:26

Arbeitt verður við ætlan um, at Bústaðir skulu yvirtaka Næmingaheimið undir Fjalli eftir áheitan frá nevndini, sum eru er sjálvsognarstovnur.

Nevndin fyri heimið hevur tikið hetta stigið, tí fíggjarstøðan er so vánalig. Bygningurin krevur stórar ábøtur, og peningur er ikki til viðlíkahald.

Nevndin fyri Næmingaheimið í Berjabrekku í Havn hevur eisini heitt á Bústaðir um at yvirtaka hetta næmingaheimið.

Arbeiðið ikki byrjað enn

Støðan í Berjabrekku er tann sama sum á heiminum undir Fjalli - vánalig fíggjarviðurskifti og eingir pengar til viðlíkahald.

Arbeiðið, at yvirtaka Næmingaheimið í Berjabrekku er ikki byrjað enn, sigur Mentamálaráðið.

Í løtuni byggja Bústaðir lestraríbúðir í fyrrverandi Kommunuskúlanum í Havn, men í løtuni eru ongar ítøkiligar ætlanir um at byggja aðrar lestraríbúðir ella næmingaheim.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688