Ronaldo fjalt pengar í skattaskjóli

Ronaldo fjalt pengar í skattaskjóli
Fótbóltsstjørnan Cristiano Ronaldo hevur fjalt meira enn eina milliard krónur á Brestsku Jomfrúoyggunum.
 
03.12.2016 - 09:47

Hetta avdúkar eitt samstarv millum 12 evropeisk fjølmiðlahús.

Týska blaðið Spiegel hevur fingið út við 20 milliónir loyniligar sáttmálar, rokningar, teldupostar og annað frá varskógvarum úr fótbóltsheiminum, og hevur skipað samstarvið millum fjølmiðlarnar, sum byrjaði við avdúkingini av pengunum, sum Ronaldo hevur fjalt.

Hetta eru pengar, sum í høvuðsheitum stava frá lýsingarinntøkum. Ronaldo lýsir millum annað fyri Nike og Armani, og tjenti frá 2009 til 2014 yvir eina milliard krónur upp á sponsoravtalur.

Men bert ein brøkpartur av hesum eru í hansara sjálvuppgávu, og tí hevur hann einans rindað 3,8 prosent í skatti.

Størsti parturin av inntøkunum fara til eitt felag á Brestu Jomfrúoyggunum, sum ein strámaður rekur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373