Bakkafrost 10-faldað

Bakkafrost 10-faldað
Ongantíð fyrr hava alifyritøkurnar upplivað ein eins stóran vøkstur sum í 2016, skrivar norska blaðið Finansavisen.
Virði á Bakkafrost er nógv vaksið, síðan Bakkafrost kom á norska partabrævamarknaðin.
 
03.12.2016 - 16:35

Síðan Bakkafrost partabrævið kom á partabrævamarknaðin í Oslo í desember 2012, er partabrævið næstan 10 faldað.

Tá kundi Bakkafrost-partabrævið keypast fyri 39 norskar krónur, og í dag kostar tað 344 norskar krónur.

Hetta merkir, at samlaða virði á Bakkafrost liggur um 14 milliardir danskar krónur.  

Tað er ikki bara Bakkafrost, sum hevur havt eitt gott ár. Alifyritøkurnar seta sum heild met á partabrævamarknaðinum í Oslo í 2016. Í miðal virði á partabrøvum innan alivinnuna vaksin við 52 prosentum í 2016, skrivar norska blaðið Finansavisen.

Bakkafrost-partabrævið er vaksið við 39 prosentum seinasta árið.

Góði gongdin hjá Bakkafrost merkist eisini hjá eigarunum. Í 2013 útlutaði Bakkafrost 220 milliónir í vinningsbýtið, í 2014 293 milliónir krónur og í fjør 403 miliónir krónur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087