Rættarnevndin: Hon ger dygdargott arbeiði

Rættarnevndin: Hon ger dygdargott arbeiði
Nevndin sigur, at tingið eigur ikki at fara upp í viðgerðina av einstøkum málum, tí tað kann órógva avgerðir hjá umboðsmanninum
 
04.12.2016 - 15:58

Løgtingsins umboðsmaður ger eitt dygdargott arbeiði.

Tað sigur ein samd rættarnevnd í álitinum til uppskotið hjá formansskapinum um at góðkenna frágreiðingina hjá umboðsmanninum fyri 2015.

Rættarnevndin heldur, at viðgerðin í rættarnevndini av frágreiðingini frá umboðsmanninum, og í løgtinginum yvirhøvur, eigur at vera á einum yvirskipaðum stigi.

Tí eigur løgtingið ikki at fara upp í viðgerðina av einstøkum ítøkiligum málum. Annars kann tingið órógva og sáa iva um mannagongdir og avgerðir hjá umboðsmanninum, sigur rættarnevndin.

Hetta er 15. ársfrágreiðingin frá umboðsmanninum.

Formansskapurin í løgtinginum avgjørdi í summar, at ársfrágreiðingarnar hereftir skulu leggjast fyri tingið sum uppskot til samtyktar. Eftir fyrstu viðgerð skulu tær beinast í rættarnevndina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
HPV kann raka øll
205467
Mikudag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
205464
Mikudag 11. mars
Morgunlestur mikudagur 11.mars 2026
205069
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313