Stóðu royndina

Stóðu royndina
Føroyskir fólkaskúlanæmingar hava stóra framgongd í lesing og støddfrøði og lítla framgongd í náttúruvísindi
Fólkaskúlanæmingar í Føroyum hava framgongd, vísir úrslitið í nýggjastu PISA-kanningini
 
06.12.2016 - 12:21

Tað vísir seinasta PISA-kanningin, sum var løgd fram fyrrapartin. Føroyar eru - eins og í undanfarnum PISA-kanningum - aftan fyri hini Norðurlondini.

Men Føroyar eru eisini einasta Norðurlandið, sum hevur havt framgongd, hvørja ferð PISA-kanningar hava verið gjørdar.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, fegnaðist um úrslitið, sum varð kunngjørt á tíðindafundi í Mentamálaráðnum fyrrapartin.

Størstu framgongd í lesing

Framgongdin kemur av, at teir veikastu næmingarnir eru vorðnir fakliga sterkari, og tað eru hesir, sum hála miðaltalið upp.

Sambært kanningini er støddfrøði tað økið, Føroyar klárar seg best í, men størsta framgongdin er í lesing. Náttúruvísindi er enn økið, har føroyskir næmingar hava vánaligasta úrslitið.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum sigur, at PISA kanningin skal brúkast at kanna, hvussu vit framhaldandi fáa framgongd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044