Eik ikki viðhald

Eik ikki viðhald
Fjølmiðlanevndin gav ikki Eik viðhald í kæruni móti Kringvarpinum fyri sendingina »Skattamálið« og innsløg við tilknýti til sendingina
Eik banki fekk ikki viðhald frá Fjølmiðlanevndini fyri dekkningin hjá Kringvarpinum í sjónvarpssendingini, »Skattamálið,« og í innsløgum
 
06.12.2016 - 13:30

Í kæruni verður ført fram, at sjónvarpssendingin »Skattamálið« í høvuðsheitum varð grundað á ónevndar keldur og bara ein brotpart av tilfarinum í einum umfatandi máli um skattafrádrátt, og at sendingin var skaðandi og niðrandi fyri Eik Banka og leiðslu bankans.

Í kæruni stendur, at málið snýr seg um fakliga ósemju um ein skattafrádrátt, men Kringvarpið hevur kortini fingið eitt heilt annað mál burtur úr.

SÍ EISINI Her er øll frágreiðingin hjá Fjølmiðlanevndini

Sambært kæruni hevur Kringvarpið í almenna rúminum flutt málið frá at vera eitt mál um skattafrádrátt til at vera eitt mál um møguligt skattasvik og villeiðing av TAKS. 

Ført verður fram, at tað í veruleikinum er talan um trúnaðarmál, tí tað snýr seg um skattaviðurskifti hjá einum løgfrøðiligum persóni, Eik Banka, sum bankin ikki hevur skyldu at viðgera í fjølmiðlunum. 

Tá málið so kortini er komið út í almenna rúmið, hevur leiðslan í Eik roynt at svara spurningum frá KvF í tíðindaflutnginum um hetta torgreidda málið.

Viðganga tveir faktuellar feilir

Men eftir at hava staðfest, at journalisturin viðger málið úr bara einum sjónarhorni uttan nøtkandi fakligt innlit og grundarlag, samstundis sum hann helst er tengdur at høvuðskelduni, hevur leiðslan avgjørt at svara spurningum frá journalistinum skriviliga fyri í mest møguligan mun at tryggja sær, at hetta torskilda málið ikki heldur fram sum orðavavstur, sigur Eik í kæriskrivi sínum.

Ført verður eisini fram, at myndaviðgerðin í sendingini er manipulerandi. Kringvarpið gav ikki Eik viðhald í kæruni, men viðgongur tveir faktuellar feilir í viðgerðini.

SÍ EISINI »Skattamálið« fyri Fjølmiðlanevndina

Annar er, at tað verður refererað til ein fundi í juni 2014. Nevndarfundurin var í august 2014. Hin feilurin er, at KvF í sendingini nevnir, at innanhýsis grannskoðarin hevur sagt seg úr starvi.

Rættari hevði verið at sagt at ein av innanhýsis grannskoðarunum segði seg úr starvi. Hesir feilir eru rættaðir í tíðindaflutninginum, eins og Eik hevur havt møguleika fyri at svara hvørja ferð, sigur Kringvarp Føroya. 

Haraftrat er málið av stórum samfelagsligum áhuga, tí tað snýr seg um, hvørt Eik hevur rætt til skattafrádráttin. Eik hevur síðani kært viðgerðina til Fjølmiðlanevndina.

Vísa aftur uppáhaldi hjá Eik

Í sínum svari til Fjølmiðlanevndina tekur Kringvarpið frástøðu frá uppáhaldinum hjá Eik um, at Kringvarpið bara hevur eina keldu, sum Eik eisini nevnir við navni; Jørn Astrup Hansen.

Sagt verður, at arbeiðið hjá journalistunum er at savna inn og miðla vitan. Tað hava tey gjørt umvegis fleiri munnligar og skrivligar keldur.

Haraftrat at tað ikki er eitt krav, at journalistar skulu vera løggildir grannskoðarar fyri at viðgera og miðla eina søgu, sum skattamálið hjá Eik, og at miðlar hava fullan rætt og skyldu at verja keldur við at lata tær vera ónevndar.

Orðaval kundi verið hepnari

Kringvarpið vísir eisini aftur, at journalisturin, sum hevur arbeitt við málinum, skal vera tengdur at eini keldu í málinum.

Niðurstøðan hjá Fjølmiðlanevndini er, at einki grundarlag er fyri at finnast at nøkrum viðurskiftum viðvikjandi sendingini hjá Kringvarpinum.

Nevndin viðmerkir tó, at Kringvarpið átti at vanda sær eitt sindur betri um orðini, tí Kringvarpið í einstøkum førum í sendingini rekur framundir, at Eik við snildum hevur fingið TAKS at játta teimum ein frádrátt.

Grundarlag ikki fyri átalu

Miðlarnir hvørki kunnu ella skulu taka støðu til rættin hjá Eik til frádráttin ella um Eik tilvitað hevur tikið frádráttin av órøttum, áðrenn hetta veruliga er staðfest.

Víst verður til prinsippið um, at ongin er sekur áðrenn hann er dømdur, sum eisini sæst í fjølmiðlaetisku reglunum, men grundarlag er hjá miðlunum at seta spurnartekn við hetta, er niðurstøðan hjá Fjølmiðlanevndini.

Vísandi til hetta metir Fjølmiðlanevndin ikki, at grundarlag er fyri at geva Kringvarpinum átalu fyri sendingina »Skattamálið.«

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Hósdag 25. desember
Tórshavnar Manskór Jólakonsert
201682
Hósdag 25. desember
Ljósið rann av kærkeiks runni (1:2)
201928
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Mariu kirkjuni
201965
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201972
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (1:2)
201869
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (2:2)
201872
Hósdag 25. desember
Margreta
201861
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933