Forkanningar gerast fyrst

Forkanningar gerast fyrst
Løgtingið skal játta 350.000 krónur til forkanningar í Føroyingahavnini áðrenn uppruddingin byrjar, sigur løgmaður
Føroyingahavnin í Grønlandi skal ruddast. Men áðrenn tað skal peningur játtast til forkanningar, sigur løgmaður í svari til tingmann
Mynd: Savnsmynd/Løgmansskrivstovan  
 
06.12.2016 - 15:31

Landsstýrið fer at biðja Løgtingið um 350.000 krónur í fíggjarlógini fyri 2017 til forkanningina, sum skal gerast, áðrenn uppruddingin í Føroyingahavnini byrjar.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til Kára P. Højgaard, løgtingsmann. Kári P. Højgaard minti løgmann á, at hann á ríkisfundi fyrr í ár lovaði at rudda í Føroyingahavnini.

Aksel V. Johannesen svarar, at ein stýringarbólkur hevur fyrireikað forkanning. Í bólkinum eru fólk frá Søvnum landsins, Landsverkfrøðinginum og Løgmansskrivstovuni.

Hava roynt at fáa vinnulívið við

Forkanningin skal gerast saman við grønlendska landsstýrinum og tjóðarsavninum, og skjalasavninum í Grønlandi.

Roynt hevur verið at fingið vinnufeløg í Føroyum at vera við til at fíggja forkanningina, men hetta hevur gingið heldur striltið, sigur løgmaður. 

Nú hevur so landsstýrið í broytingaruppskoti til fíggjarlógina fyri næsta ár mælt til, at settar verða av 350.000 krónur til forkanningina.

Forkanningar kunnu byrja í 2017

Tá forkanningin er liðug, verður avgjørt, hvat skal burturbeinast, og hvør skal gera tað. Eigaraviðurskiftini eru ikki greið. Játtar Løgtingið pengarnar, er ætlanin at fara undir forkanningina í 2017. 

Men løgmaður hevur heitt á landsstýriskvinnuna í sjálvstýris-, náttúru-, umhvørvis- og landbúnaðarmálum, sum júst hevur verið her, um at fáa eigarviðurskiftini staðfest, ikki bara í Føroyingahavnini, men alla staðni í Grønlandi, har sum føroyingar vóru.

Privat vinnufeløg og privatfólk bygdu hesi støð. Tey eru við nøkrum undantøkum ikki til longur. Men landsstýrið kennir tað sum sína ábyrgd at vera við til at fáa gongd á at burturbeina órudd á støðum, har føroyingar hava verið, sigur Aksel V. Johannesen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363