600 nøvn at velja millum

600 nøvn at velja millum
Atlantic Airways fekk yvir 600 uppskot um nøvn til tey trý flogførini og báðar tyrlurnar í flota felagsins
Nýggja flogfarið kemur ikki til landið fyrr enn í næstu viku
Mynd: Savnsmynd  
 
13.12.2016 - 16:27

Ein dómsnevnd skal nú finna tey fimm nøvnini.

Hon fær úr at gera, tí nøvnini verða avdúkað longu um eina viku, tá nýggja flogfarið hjá Atlantic Airways kemur í Vágar.

Í dómsnevndini eru Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways, Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, Johnhard Mikkelsen í Málráðnum, Birgir Kruse, ritstjóri á Námi, og Marna Jacobsen, ritstjóri á Bókadeildini.

Tey yvir 600 uppskotini, sum eru komin, kunnu setast í nakrar bólkar, sum eru Føroya søga, norrøna gudalæran, fuglar, blómur, fiskar, náttúran, so sum fjøll, og kendir føroyingar, bæði deyð og livandi. 

Treytin var, at nøvnini endurspegla føroyskan samleika. 

Nøvnini skulu harafturat standa seg væl einsamøll, men eisini sum ein heild.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688