Fíggjarlógin 2017 til triðju viðgerð í dag.

Fíggjarlógin 2017 til triðju viðgerð í dag.
Løgtingsfundurin byrjar klokkan hálvgum tvey seinnapartin
 
19.12.2016 - 08:38

Ætlanin er millum annað at seta sjeyhundraðtúsund krónur av til eitt víðkað háskúlatilboð í Vági, fýrahundraðtúsund krónur verða settar av at fyrireika ein eftirskúla í norðaru helvt av Suðuroynni og fýrahundraðtúsund krónur verða settar av til at fyrreika ein nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík.

Andstøðan hevur 21 broytingaruppskot. Fíggjarlógin skal samtykkjast innan árslok, tí hon fær gildi fyrsta januar.

Les eisini: Fíggjarlógin á skránni

Løgtingið fer eisini at hava aðru viðgerð av málinum um at lata eykajáttan til Salt siluna á Drelnesi. Málið hevur ligið í fíggjarnevndini síðan seinast í oktober, men á fundinum fríggjadagin, atkvøddi eitt samt løgting fyri at fáa málið aftur úr fíggjarnevndini.

Løgtingsfundurin byrjar klokkan hálvgum tvey seinnapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423