Hóast hall, heldur Dimmalætting fram

Hóast hall, heldur Dimmalætting fram
Hóast hallið hjá Dimmalætting verður um hálvaaðru millión kr. í ár, so er ætlanin, at blaðið skal halda fram, sigur Poul Hansen, stjóri
Dimmalætting heldur fram
Mynd: Savnsmynd  
 
22.12.2016 - 13:29

2016 hevur verið strævið hjá blaðnum Dimmalætting, og úrslitið fyri árið verður vánaligt. Hallið verður um hálvaaðru milliónir kr. Tað sigur Poul Hansen, advokatur, sum herfyri varð settur sum nýggjur stjóri í felagnum.

Poul Hansen er ein av eigarunum í partafelagnum, Kimbli, sum eigur Dimmalætting. Poul Hansen hevur verið nevndarformaður í Dimmalætting, men tað er hann ikki longur. Ístaðin er Erland Poulsen settur sum nevndarformaður. Poul Hansen sigur, at hann hevur tikið við sum stjóri, fyri at friður skal vera um blaðið, og fyrst í nýggja árinum verður umrøtt, hvussu farast skal fram við blaðnum. Ætlanin er at blaðið skal halda fram, sigur hann.

Ein av ætlanunum er, at partafelagið Knassar, sum eiga heimasíðuna, Portalin, skal gerast ein partur av virkseminum hjá Dimmalætting við eini samstarvsavtalu. Á Portalinum er leinkja til heimasíðuna hjá Dimmalætting. Tí er Niklái Nysted, sum er stjóri í partafelagnum, Knassum, komin í nevndina fyri Dimmalætting. Og Georg L. Petersen heldur fram sum ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting. Tað er tað einasta ítøkiliga sum er hent enn, sigur Poul Hansen. Hóast árið í ár ikki endaliga er gjørt upp, so verður talan um stórt hall, sigur nýggi stjórin. Hallið verður umleið hálvaaðru millión krónur, og tí er neyðugt at umrøða framtíðina. Tað verður gjørt fyrst í nýggja árinum.

Arbeitt verður sum at blaðið skal halda fram, og tað er eisini ætlanin, sigur Poul Hansen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095