Yvirtøkan kostar 10 mió. árliga

Yvirtøkan kostar 10 mió. árliga
Nú Føroyar skulu yvirtaka persónsrætt, húsfólkarætt og arvarætt, krevjast nógvar lógarbroytingar
Tað verður mett at kosta føroyingum 10,3 milliónir um árið, tá málsøkið familjurættur verður yvirtikið á ólavsøku 2018
 
27.12.2016 - 09:14

Millum annað ætlar landsstýrið at broyta ættleiðingarlógina, so hon svarar til galdandi danska lóggávu. 

Landsstýrið hevur avgjørt, at galdandi rættarstøða viðvíkjandi fremmandaættleiðing skal standa við óbroytt. 

Hetta merkir, at ein samstarvsavtala verður gjørd millum føroyskar og danskar myndugleikar, soleiðis at danskir myndugleikar røkja uppgávur fyri føroyskar myndugleikar. 

SÍ EISINI Málsøkið yvirtikið í 2018

Tað vil siga, at danska Adoptionsnævnet fer eisini í framtíðini at velja børn til ættleiðingar í Føroyum. 

Ankestyrelsen í Danmark fer framvegis at hava eftirlit við ættleiðingarmyndugleikum og ættleiðingarfeløgum. 

Danski barna- og almannamálaráðharrin avger úr hvørjum londum, børn kunnu ættleiðast til Føroya, og avger eisini, um ættleiðing skal steðgast úr ávísum londum. 

Yvirtakast á ólavsøku 2018

Ankestyrelsen skal góðkenna samstarvsfelagar hjá ættleiðingarfeløgum í einum landi, sum danski barna- og almannamálaráðharrin hevur góðkent fyri Føroyar. 

Og danska ættleiðingarfelagið, DIA, kann miðla børn til ættleiðingar til góðkend ættleiðingarforeldur í Føroyum. 

SÍ EISINI Arbeiðið at yvirtaka familjurætt byrjað

Persónsrættur, húsfólkarættur og arvarættur skulu yvirtakast á ólavsøku 2018. Yvirtøkan er mett at kosta 10,3 milliónir krónur um árið. 

Kærunevndin í almanna- og heilsumálum verður kærumyndugleiki á yvirtikna málsøkinum. Kærunevndin skal viðgera kærur um avgerðir hjá Familjufyrisitingini, sum verður skipað at umsita økið.

Verandi kærunevnd skal halda fram

Sum er hevur Ríkisumboðið málsøkið. Ríkisumboðið upplýsir, at í 2014 vóru 11 kærur um avgerðir hjá Ríkisumboðnum og í 2015 vóru 19 kærur. 

Landsstýrið heldur, at tá kærumálini eru so fá, er ráðiligt at leggja kærumálsviðgerðina á familjurættarliga økinum til verandi Kærunevnd í almanna- og heilsumálum, heldur enn at seta eina nýggja kærunevnd.

Landsstýrið væntar, at tey flestu, sum í dag arbeiða við familjurætti á Ríkisumboðnum, fara at arbeiða á føroysku Familjufyrisitingini eftir yvirtøkuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107