- Óheppið at Trump stuðlar Putin heldur enn Obama

31.12.2016 - 12:53
Innlendis
- Óheppið at Trump stuðlar Putin heldur enn Obama
Aksel V. Johannesen, løgmaður undrast á, at Donald Trump stuðlar Vladimir Putin heldur enn Obama í diplomatiska stríðnum millum USA og Russland
Aksel V. Johannesen, løgmaður samanber støðuna við, um ein komandi løgmaður, áðrenn hann hevði tikið við, fór alment út og tók frástøðu frá sitandi løgmanni í einum stríði við tildømis ES

Fyrrverandi løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen letur á facebook ongan iva vera um, at hann heldur, at Barack Obama forseti er óbúgvin á altjóða pallinum.
Hann skrivar soleiðis:


- Vóni, at Trump fer at uppføra seg meira búgvið á altjóðapallinum enn sitandi forseti hevur gjørt, og so at útvísa 35 russiskar diplomatar, beint áðrenn stungið verður í sekkin, er bæði fjákut og óbúgvið.

Kaj Leo Holm Johannesen leggur afturat:


- Vóni, at Trump broytir hesa avgerð beinanveg, og (eri, red.) samdur við Putin, tá hann sigur, at hann ikki vil fara niður á køksdiplomati og bíðar eftir, hvat Trump fer at gera.

Báðir tinglimirnir úr Miðflokkinum, Jenis av Rana og Bill Justinussen, geva hesi útsøgnini hjá Kaj Leo Holm Johannesen sín stuðul á facebook.


Aksel V. Johannesen, løgmaður hevur tó eina aðra fatan av støðuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858