"Putin stuðlaði Trump"

"Putin stuðlaði Trump"
Amerikanska fregnartænastan hevur almannakunngjørt ein part av einari frágreiðing um russisk telduálop móti USA undir forsetavalinum
 
07.01.2017 - 10:25

"Vit meta, at russiski forsetin, Vladimir Putin, gav boð um, at valdysturin í 2016 skuldi ávirkast. Endamálið hjá Russlandi var máa støði undan almenna álitinum á fólkaræðisligu mannagongdina, at skaða álitið hjá Hillary Clinton og skaða hennara møguleikar at gerast forseti".

Hetta stendur í einari frágreiðing, sum amerikanska fregnartænastan júst hevur almannakunngjørt um russisk telduálop móti USA undir forsetavalinum. 

Frágreiðingin vil vera við, at russiskir teldusníkar royndu at ávirka forsetavalið til fyrimuns fyri Donald Trump. 

Russland vísir aftur ákærurnar í frágreiðingini.  

Komandi amerikanski forsetin Donald Trump vísir aftur, at Russland var tað einasta landið, sum stóð fyri álopunum, og at álopini høvdu nakran týdning fyri úrslitið av valinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234